K8: Frábrigdi í fleirmæli í Føroyum
Verkætlanarleiðari: Prof.Dr. Kurt Braunmüller
Vísindaligt starvsfólk: Dr. Hjalmar P. Petersen, Dr. Karoline Kühl
Hjálparfólk: Tine Stensbjerg (til 2007); Minja Rudolfs, Jana Wittkugel, Helena Hansen, N.N.
Samstarvsfólk:
Höskuldur Þráinsson (Háskóli Íslands, Reykjavík)
Michael P. Barnes (University College London)
Helge Sandøy (Universitetet i Bergen)
Jógvan í Lon Jacobsen (Fróðskaparsetur Føroya, Tórshavn)
Zakaris Svabo Hansen (Fróðskaparsetur Føroyar, Tórshavn)
Alment um verkætlanina
Henda verkætlanin, sum er tann fyrsta av sínum slag, sum arbeiðir við tvímæli í Føroym (DK) byrjaði í november 2005. Verkætlanin er nú í aðru og síðstu fasu síni. Tað, sum verður kannað, er fyrst og fremst spontant, talað mál hjá føroyingum. Heimildarfólkini eru 60 í alt. Sum er, eru trý ættarlið umboðað, mótsett tveimum ættarliðum í teirri fyrru fasuni. Skriftmálið er eisini tikið við í hesi seinnu fasuni.
Ransóknarevni
Sum í teirri fyrru fasuni verða tey morfo-syntaktisku drøgini í føroyskum-donskum tvímæli kannað.
Spurningar, sum settir verða
Spurningurin er: hvat fyri slag av tvímæli er tað, sum er í Føroyum. Hesin spurningurin varð settur til ta fyrru umsóknina. Her varð hugsað um hesar tríggjar møguleikarnar:
(a) Eitt javnt býti millum málini.
(b) Eitt søguligt,treytað diaglossia.
(c) Danskt sum fremmindamál, og føroyskt sum móðurmál.
Úrslit frá fyrra granskingarskeiði hava víst, at (b) ikki er til staðar og heldur ikki (c). Tað, sum fram er komið higartil, er, at tvímælisstøðan í Føroyum er sum í (a).
Politisk bakgrund
- Føroyar hava verið partur av tí danska ríkinum frá 1380. Danskt skrift- og talumál var líka til 1950-ini nýtt innan øll almenn øki sosum skúla, í kirkju, umsiting og eisini í herinum (sum enn er danskur).
- Talan var um eina typiska diaglossistøðu, har føroyskt var lágmál, danskt hámál. Síðani seint í miðøld hevur eingin føroyingur verið einmæltur.
- Í 1948 fingu Føroyar heimastýri. Hetta førdi við sær, at tey nevndu øki blivu yvirtikin, og føroyskt brúkt sum høvuðsmál.
Endamál
Í hesum síðsta granskingarskeiði verður høvuðsspurningurin enn, sum áður‚ hvat fyri slag av tvímæli er tað, sum er í Føroyum?‘ og ‚hvussu háttar tað sær í málbrúkinum hjá teimum trimum ættarliðunum?‘
Í seinna skeiði verður dentur lagdur á:
(a) At greina málið hjá teimum 40 til 50 ára gomlu.
(b) Hvussu skriftmálið hevur útviklað seg, t.e. føroyskt og danskt skriftmál í Føroyum. Her verður hugt at ymiskum tekstum frá ymiskum tíðarskeiðum í síðstu øld.
(c) Ein kvantitativ, langtíðar greining av øllum tí innsamlaða tilfarinum, har hugt verður at m.a. kodu-skifti, yvirførslu av málmerkjum frá donskum til føroyskt og athalli.
Háttalag
Til tess at náa hesum málum, verða upptøkur aftur gjørdar. Hesa ferð er talan um 20 heimildarfólk, sum koma frá tí mittasta ættarliðinum. Samrøðurnar verða gjørdar á sama hátt sum í fyrra rannsóknarskeiði, t.e., har samrøður vórðu gjørdar við tey ungu og ta elsta ættarliðið. Talan er um hálvstruktureraðar samrøður, sum vara umleið ein tíma. Tosað verður um: gerandisdagin, støðuna í Føroyum í dag, altjóða politikk, skúla og arbeiði. Fyrst skulu heimildarfólkini tosa føroyskt. Hesar samrøður verða gjørdar av einum føroyingi. Nakrar mánaðir seinni verða samrøður aftur gjørdar við tey somu heimildarfólkini, men nú av einum, sum tosar danskt. Aftur at hesum skulu skrivaðar keldur fyri fyrstu ferð kannast. Talan er um føroysk bløð. Hugt verður eisini at donskum í m.a. Dimmalætting. Mett verður um tilfarið, um møguligt, soleiðis, at tað verður býtt upp í ymisk tíðarskeið. Grundað á úrslitini frá fyrra skeiðið, er møguligt at hyggja at sokallaðum viðbreknum økjum. Greiningin av skriftmáli fer at leggja dent á konstruktiónir, sum koma fram í talumálsdatabasuni. Talan er her um setningsbygnað (noktan + sagnorð í eykasetningum), morfosyntaks (donsk morfosyntaks í føroyskum, spurnaðarfornavn + fyriseting) og orðagerð, har danskt er replikerað í føroyskum
Útgávur
- Braunmüller, K. (32007): Die skandinavischen Sprachen im Überblick. Tübingen, Basel.
- Petersen, Hj. P. (2006): ”Føroyskt-danskt málsamband: athall, tillaging, eingangstillaging og málbygging.” In: Fróðskaparrit 54, 8-20.
- Petersen, Hj. & Sandøj, H. (2007): "Tilpassing av importord i færøysk talemål", in Stuntman og andre importord i Norden. (Ed.) Pia Jarvad & Helge Sandøj, pp. 53-71.
- Petersen, Hj. P. (2008): “Væk af vejen, konge skrejen. Gøtudanskt or Dano-Faroese.” In: RASK. International Journal of Language and Communication.
- Petersen, Hj. P. (2008): "The Borrowing Scale and Faroese-Danish Language Contact". Fróðskaparrit 56: 97-115.
- Petersen, Hj. P. (2008): "Tann nýggi noktandi boðshátturin í føroyskum [The new negated imperative in Faroese] Íslenskt Mál, 30: 141-152.
- Petersen, Hj. (góðtikið): “Related languages, convergence and replication: Faroese-Danish”. In: International Journal of Bilingualism.
- Petersen, Hj. (latið inn): “Faroese-Danish contact induced changes or drift?” In: Íslenskt mál og almenn málfræði.
- Petersen, Hj. (góðtikið): „Convergence in Dano-Faroese“. Arkiv för nordisk filologi.
- Petersen, Hj. (2009): Gender assignment in Modern Faroese. Phil. Dissertation Hamburg, Juli 2008 [Verlag dr. Kovac: Hamburg].